Tann árliga heystmótasýningin hjá miðbýnum í Havn verður hóskvøldið 2. november klokkan19 í nýumvælda Hotel Tórshavn. Har fara handlarnir Niels Arge, Bamsan og Total, Diva, Fljóðið, Fótbúni, Gloss, Kallkyn, Kissa, Listir, Mótaskálin, Skálabúðin, Touché, Vogue og Wrangler Shop at sýna tey nýggjastu heystklæðini, og Salong Tóta fer at vísa hármóta. Atgongumerkini til mótasýningina eru at fáa í Kunningarstovuni.