Nú heystið og kuldin er komin, er tíðin eisini til nýggj og onnur klæðir. Tí eru eisini mótasýningar eru kring landið, og í Havn skipa handlar í miðbýnum fyri stórari mótasýning á Hotel Føroyum mikukvøldið 29. oktober kl. 19.30.
Hetta er tíðin at lata seg í heitu klæðini, sum vernd móti vetrarkuldanum, men eisini tíðin til hugnaløtur innandura, til jólaborðhald og veitslur. Seinasta ár var árligi heystmótasýningin hjá miðbýnum flutt niðan í fjøllini á Hotel Føroyum. Tiltakið eydnaðist so væl, at vit aftur í ár fara úr miðbýnum og bjóða til hugnaløtu samstundis, sum vit vísa alt tað nýggjasta innan móta. Úrvalið verður fjølbroytt. Her verður alt frá innast til uttast, til gerandis og veitslu, til børn, ung og vaksin, til konufólk og til mannfólk.
Handlarnir ið sýna fram verða: Alv, Niels Arge, Bamsan/Total, Th. Dam Ítróttur, Events, Fljóðið, Hjá Kissa, Kallkyn, Línbúðin, Mótaskálin, T.M Junior, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Sporty, Vilma, Vogue og Wrangler.
Harumframt hava hesi stuðlað tiltakinum: Maersk Air, Føroya Sparikassi, Tryggingarfelagið Føroyar, Th. Dam á Hálsi, Hotel Føroyar, Keypssamtøkan, Damfar, Akkuleya, Árstíðirnar og Fótbúni
Atgongumerkini kosta 60,- kr. og fáast á Kunningarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt afturvið. Atgongumerki er er samstundis lutaseðil uppá ferÝ til mótabýin Paris og aftur fyri tvey.