Heystmótasýning í Havnar Klubba

Mikukvøldið 25. okt. kl. 19.30 og hóskvøldið 26. okt., eisini kl. 19.30, skipa handlar í miðbýnum fyri mótasýning og hugnakvøldi í Klubbanum.

Handlar í miðbýnum skipa fyri tveimum stórum mótasýningum í Klubbanum.

Á sýningunum verður tað nýggjasta innan móta sýnt fram. Sýningarnar verða fjølbroyttar, alt frá innast til uttast, klæðir til børn, ung og vaksin. Tað seinasta innan hármóta verður sjálvsagt eisini at síggja. Somueiðis luttaka blómu- og gávuhandlar, so okkurt gott hugskot fæst uttan iva til veturin og jólini ? ella er tað ov tíðliga at hugsa um jólaborðhaldini?

Luttakandi handlar: Niels Arge, Benetton, Th. Dam Ítróttur, Fandango, Fljóðið, Handilskjarnin Damur og Harrar, Hjá Kissa, Hon & Hann, Kallkyn, Línbúðin, Madame L, Millennium, Mótaskálin, Seytjan, Sirri, Skálabúðin, Skótabúðin, Vilma, Vogue, Fótbúni, Mina Wilhelm, Akkuleya, Frú S, Trónd Hansen, Kvilt Hárfríðkan og Salong Tóta.

Harafturat hava hesi eisini stuðlað tiltakinum: Atlantsflog, Maersk Air, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi og Telebúðin.

Í steðginum er møguleiki at keypa lutaseðlar. Hvør handil letur eina gávu ella gávukort, sum verður lutað burtur undir sjálvari sýningini. Ein apex ferðaseðil við Atlantsflog verður eisini at vinna.

Atgongumerki kosta 50 kr. og fáast í flestu av luttakandi handlunum og á Kunningarstovuni. Við í prísinum er kaffi og okkurt afturvið.

Leygardagin 28. okt. hava handlarnir opið til kl. 17.00.