Heystmótasýning

Miðbýarfelagið hevur mótasýning í kvøld

Í dag verður stór heystmótaframsýning hildin í Klubbanum, har handlarnir í miðbýnum sýna fram, tað nýggjasta nýggja innan mótaheimin. Talan verður um bæði hár og klæði, so har skuldi verið eitt sindur fyri øll. Harumframt eru eisini blómu-, gávu- og prýðis handlar, so okkurt nýtt hugskot kann ivaleyst fáast við at møta upp.

Framsýningin verður hildin í Havnar Klubba, og er hetta júst á 200 ára degi klubbans.

Miðbýarfelagið vónar, at handlarnir við hesum kunnu vera við til at geva eitt boð upp á, hvussu mótin fer at verða fyrsta í komandi øld.

Sum nevnt verður framsýningin hildin í dag, og er hon sett at byrja klokkan 19.30, og er kostnaðurin fyri atgongumerkini 50 kr.

Í steðginum verða lutaseðlar seldir, og er møguleiki at vinna eina gávu ella eitt gávukort frá øllum handlinum, sum eru við á framsýningini.