Heystlega á Zarepta

Fríggjakvøldið byrjaði heystlega á Zarepta fyri ung í aldrinum 14-17 ár.

Umleið 200 luttakarar eru á leguni, sum varðar til mikudagin.


Hetta er síðsta lega í summarskránni hjá Zarepta í ár. Í vetur vera tað mest vikuskiftislegur, har ymisku samkomurnar kring landið, hava húsið eitt vikuskifti hvør.
Skráin á heystleguni líkist rættiliga nógv skránni á summarlegunum, við tí undantaki, at árabátarnir, súkklubátarnir og kanoirnar eru tiknar upp fyri veturin.
Fleiri bíbliutímar og andaktir eru á skránni á leguni. Millum annað hevur Dánjal Petersen í morgun tosað um forholdið millum gentu og drong, sum er eitt evni, ið ofta verður tosað um á ungdómslegum.
Í annaðkvøld fara ung úr Eysturoynni at skipa fyri ungdómsmøti. Hesum møti standa tey ungu fyri og tað kemur at líkjast teimum ungdómsmøtum, sum leguluttakararnir eru von við úr teirra samkomum, við nógvum sangi, vitnisburði og talu.
Men alt á leguni er ikki líka álvarsamt. Í fríløtunum hava tey ungu møguleika at spæla fótbólt og kurvabólt, og tey plaga eisini at hugna sær á hoppipútuni og á spæliplássinum.  Skipað verður eisini fyri lættari løtum í salinum, har tey ungu kunnu stuttleika sær saman og spæla ymisk spøl.