Aftan á væl eydnaða konsertferð í Danmark í september, verður nú høvi at hoyra Lenu Anderssen og hennara bólk framføra tvær konsertir her í Føroyum. Tann fyrra verður hóskvøldið 21. oktober á Reinsarínum í Havn og tann seinna verður fríggjakvøldið 22. oktober í Finastøðini í Klaksvík. Hetta verður stamstundis fyrsta konsertin í hesum søguliga bygningi í Klaksvík, ið nú er vorðin umbygdur og nútímansgjørdur.
Seinasta árið hevur Lena Anderssen givið út trý stakløg av komandi útgávuni State of the Land, sum umframt heitislagið “State of the Land” eru “Aimee” og “The Airport”. Tað eru tvey ár síðani Lena framførdi fyri áhoyrarafjøld við sínum fullmannaða bólki í Føroyum og hetta verður somuleiðis fyrsta høvi at hoyra hesi nýggju løgini.
Við sær á hetta kvøldið hevur føroyska songkvinnan somu manning sum á donsku konsertferðini – nevniliga Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bass, Josva Debes á trummur, umframt ljóðmannin Alexander Gaard.
Umframt nýtt tilfar vera eisini kendir og eldri sangir á skránni, so sum “I Still Love You”, “Oh My Lady”, “Oh Brother With The Broken Wing”, “Let Your Scars Dance”, umframt fleiri aðrir.