Sum solist hevur Føroya Symfoniorkestur hesaferð kenda selloleikaran Anders Øberg, sum annars hevur verið orkestrinum ein sera góður stuðul og vinur, og hevur hjálpt okkum við framførslum ikki færri enn 20 framførslum.
Hann spælir fyrst eitt verk av Tschaikowaky, Variatíónir yvir eitt rokokkotema. Hugtakandi verk fyri sello og orkestur. Síðani vakra verkið av Max Bruch, Kol Nidrei.
Eftir steðgin verður stórfingna onnur symfoniin av Johannes Brahm. Hon hevur fýra satsir í vøkrum og pastoralum lagdámi.