Heystkonsert í SALT

Leygarkvøldið tann 6. oktober kl. 20.00 verður Heystkonsert í SALT við nøvnum úr Froðba, Trongisvági og Tvøroyri.

 

Ikki so fáir tónleikarar húsast kring fjørðin ella hava gjørt tað í styttri ella longri skeið. Fleiri teirra fara nú at geva eina konsert í SALT á Tvøroyri.



Tað eru Janus á Húsagarði, DEGO (Drós Ákadóttir, Elin Súsanna Mortensen, Gudmund Mortensen, Óli Holbæk Mortensen) Pól Arni Holm, Tróndur og Lív, Guðrun Sólja, Eyðun Nolsøe og Holbæk & Bluesgarparnir (Dennis Lave, Dávið Jacobsen, Sverri Jacobsen, Óli Holbæk Mortensen og Kristian Holbæk).