Leygardagin verður seinasta kappríðingin í hesum kappingarárinum. Talan er um Heystkappríðingina, og verður hendan hildin á ríðibreytini í Marknagili. Byrjað verður at kappast í travklokkan 15, og eftir hetta verður kappast í tvíspor. Kappingin í tvíspor er býtt upp í 3 ymiskar bólkar. Tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur. 24 ross eru meldað til, og umframt vinnararnar av sjálvari heystkappríðingini skulu føroyameistararnir í teimum 4 bólkunum eisini finnast.