Heystið er á veg

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá heystveðri komandi dagarnar.

Hitin fer at lækka komandi dagarnar, eins og ælingur verður onkran dagin. Heystið er komið.

 

Seinnapartin í dag verður hitin millum 11 og 14 stig, andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Mikudagin verður eitt sindur meiri vindur, upp í ein strúk av útsynningi og ælingur og hitin millum 9 og 12 stig.

 

Hósdagin verður andøvsgul av útsynningi og ælingur fyrrapartin, men so slítur í. Seinnapartin verður yvirhøvur turt og sólglottar, lot av útnyrðingi og hitin millum 8 og 11 stig.

 

Um vikuskifti verður lot av ymsum ættum, yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 7 og 11 stig.