Nær væntar tú valið verður?
Tað er ilt at siga. Stendur tað til løgmann, so verður tað ikki enn, men tað kundi hent seg, at valið kom munandi skjótari. Tjóðveldi má í sambandi við fiskidagarnar prógva, at flokkurin kann okkurt annað enn undanfarin samgonga, og megna tey ikki tað, má flokkurin taka seg aftur, og so kann samgongan ikki halda fram.
Nær heldur tú, at val skal verða?
Eg kundi hugsað mær, at valið varð í oktober ella í seinasta lagi 8. november, sum plagdi at verða dagur til løgtingsval.
Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?
Vit hava eina samgongu, sum í desperatión roynir at fáa onkur ting ígjøgnum, men tað gongur einki við tí. Og eg haldi eisini, at høvuðsarbeiðið skal ikki gerast á veg út ígjøgnum hurðina. Tí átti til dømis ein kommunureformur at bíða til eftir eitt løgtingsval. Samgongan og løgmaður eru eisini viknað eftir málið um setanina av aðalstjóra í Uttanríkisráðnum, og makrelmálið er ein stór fiasko. Tað, sum skuldi skapa arbeiði til arbeiðsleysar føroyingar, er endað sum eitt arbeiðsskapandi tiltak fyri útlendingar.
Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?
Tað verður eitt valstríð frá byrjan og til valið verður. Samgongan fer at royna at fáa okkurt ígjøgnum, men vit síggja hvussu tað gongur við málinum um kommunusamanlegging. Feløg, kommunur og eisini samgongulimir renna undan uppskotinum, og eg rokni við, at soleiðis fer gongdin eisini at verða í heyst. Trúfesti hjá tinglimunum til samgonguna er nógv viknað hesa seinastu tíðina.










