Seinastu vikuna hava tær báðar føroysku svimjigenturnar, Esther G. Hansen og Heidi Andreasen luttikið í opnari kapping í Sheffield. Talan er upprunaliga um kapping um enska meistaraheitið, men samstundis er kappingin opin.
Setti met
Ikki kann sigast annað enn, at tað gekst teimum báðum føroysku gentunum væl á ferðini. Frægasta úrslitið stóð Heidi fyri, tá hon kappaði ikki færri enn átta sekund av europeiska metinum á teininum, 400 m bringa.
Venjarin hjá føroysku gentunum, Katrin D. Johansen, greiður frá, at orsøkin, til at Heidi somikið knappliga tók so nógv burtur av metinum, er, at hon undan kappingini flutti bólk.
Svimjararnir eru bólkaðir eftir, hvørji brek tey hava, og undan kappingini var Heidi sett í bólk 9. Katrin heldur tó sjálv, at rættari var, um Heidi luttók í bólki, og hetta ynski er nú eisini eftirlíka.
Esther, sum eisini luttekur í bólki 8, setti ikki met á ferðini, men fekk kortini fleiri góðar plaseringar, uttan at hetta tó rakk til heiðursmerki.
Fyrireiking til OL
Luttøkan í Sheffield er liður í fyrireikingunum hjá teimum báðum gentunum til OL í Sydney, sum verður í heyst.
Føroyar eru í hesum sambandi sjálvstøðugur limir, og hava fingið tilluta eina kvotu upp á tvey ítróttafólk. Kraavtíðirnar hjá Esther og Heidi vórðu uppfyltar á heysti í fjør, og síðani hevur verið vant miðvíst móti málinum.
Katrin greiður frá, at tað nú er um at koma verulig ferð á venjingarnar, og genturnar leggja nógv fyri.
Ætlandi skal venjast einar tvær ferðir um dagin komandi tíðina, Í august mánaði verður so saman við øðrum norðurlendskum svimjarum farið á venjingarlegu í Esbjerg, og tá september mánaði er farin at halla, verður farið til Brisbane, har seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar, áðrenn farið verður til Sydney, har Paraolympisku leikirnir verða hildnir um miðjan oktober.
Eisini ferðin til Brisbane er liður í norðurlendskum samstarvið millum svimjisambondini.
Long ætlan
Sum kunnugt, so var tað í 1988, at Katrin sjálv var ein av teimum svimjarum, sum vann hópin av gullmerkjum í Paraolympisku leikunum í Seoul. Nærliggjandi er tí at spyrja, um tað verður gullregn aftur í heyst.
- Eg haldi ikki, at vit skulu seta vónirnar alt ov høgt, sigur Katrin. Sjálvandi hava genturnar ein møguleika, og metið hjá Heidi boðar jú eisini frá góðum.
Vit skulu minnast til, at genturnar bert eru ávíkavist 14 og 15 ára gamlar, og at vit tí skulu vera varin við at seta alt ov høg krøv til tær. Eisini tí kappingin í eini somikið stórari kapping, sum OL er, er knallhørð.
Katrin greiður annars frá, at stóra málið hjá gentunum sum so ikki er OL í ár, men hinvegin um fýra ár.
- Eg havi sagt við tær, at um tær megna at svimja seg í finalubólkin í teimum greinum, har tær standa seg best, so er hetta eitt avbera gott úrslit, sigur Katrin at enda.
Hvussu er og ikki, so tykist í øllum førum greitt, at vit eiga nógv gott í væntu frá nýggju gullfiskum okkara. Framtíðina hava tær í øllum førum fyri sær, og so er spurningurin, vussu langt tær megna at vinna seg fram í árunum sum koma.ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?
Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.
Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.
Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góðum árum.
Heri Mohr
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000
????????
6.950.00
????????
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins48.000
5. §. Løgtingið122.000
6. §. Stjórnmálarráðið402.000
7. §. Løgreglumál376.000
8. §. Dómsmál118.000
9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000
10. §. Samgongumál1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál1.353.000
12. §. Kirkjumál200.000
13. §. Vinnumál354.000
14. §. Sosial mál1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000
16. §. Til at taka278.000
?????????
6.950.000
?????????










