Heystframsýningin eitt gott alternativ

Stjórin á Listasavni Føroya, Helgi Fossádal, sær tað ikki sum ein smeit fyri Listasavnið, at 12 yrkislistafólk nú hava tikið seg saman um eina afturvendandi Heystframsýning.
- Heystframsýningin er eitt gott alternativ, og stálbygningurin hjá Skipasmiðjuni hevur nakrar eyðsýndar hølisfyrimunir fram um teir, vit kunnu bjóða, sigur Helgi Fossádal


Leygardagin lat upp fyrsta framsýningini hjá sonevnda Listabólkinum í stálbygninginum hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Í Listabólkinum eru tey 12 listafólkini, sum fyrr í ár tóku seg úr felagnum Føroysk Myndlistafólk, millum annað orsakað av ónøgd við leiðsluna á Listasavni Føroya. Kortini sær Helgi Fossádal ikki nýggju afturvendandi Heystframsýningina hjá Listabólkinum sum ein smeit fyri virkið hjá Listasavni Føroya.
Altíð forvitin
Tað hevði verið stórt spell, um tvídrátturin í føroyska myndlistaheiminum fekk fólk at aftra seg við at fara út og fáa eina listarliga uppliving, heldur Helgi Fossádal. Og tí var hann eisini millum fyrstu áskoðarnar, tá Heystframsýningin lat upp leygardagin.
- Tað er mín uppgáva at kunna meg um tað, sum fyriferst á tí listarliga økinum. Men eg fór eisini á framsýningina av persónligum áhuga, tí eg eri altíð forvitin eftir at síggja nýggja list, sigur Helgi Fossadal. Hann heldur, at stóru hølini á Skipasmiðjuni geva framsýnarnum nakrar eyðsýndar fyrimunir, sum Listasavnið ikki hevur sama møguleika at bjóða.
- Uppgávan hjá Listasavni Føroya er eisini at hava ymsar fastar framsýningar. Tí hava vit ikki sama møguleika at bjóða skiftandi serframsýningum so stór høli, sum vit vildu ynskt. Tað er spell, tí ofta kunnu vit bara loyva listafólkum at fáa eitt ella tvey listaverk við, sum kanska ikki altíð geva nóg góða mynd av tí listarligu dygdini, sigur Helgi.
Eyguni, ið síggja
Listasavn Føroya hevur ongantíð havt eina fasta Heystframsýning, og Helgi heldur tað vera at fegnast um, at vit við hesum nú hava enn fleiri møguleikar at síggja list í góðum framsýningarhølum.
- Í so máta er Heystframsýningin eitt gott alternativ til framsýningarnar á Listasavninum, og hon hongur eisini sera væl, heldur hann.
Helgi Fossádal hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til tann tvídrátt, sum upprunaliga hevði við sær, at myndlistafólkini í Listabólkinum tóku stig til sína egnu framsýning. Sum kunnugt mótmæltu hesi, at stjórin fyri Listasavn Føroya ikki er listfrøðingur og vildu ikki stuðla tí kós, leiðslan hevði sett fyri virkið hjá felagnum.
- Eg eri framvegis ikki sannførdur um, at ein listarlig útbúgving tryggjar listarliga góðsku. Vit síggja jú allatíðina dømi um, at fólk uttan útbúgving kunnu skapa góða list  hetta eru tað eisini dømi um á hesi Heystframsýningini. Í síðsta enda verða tað eyguni, ið síggja og eftirtíðin, sum fara at meta um, hvat er góð list ella ikki, sigur Helgi Fossádal.