Nú verður so seinasta kvøld á hesum sinni í kalendaranum, og tað er Heystkvøldið, sum verður komandi fríggjakvøldið 25. oktober.
– Tá verður borðreitt við føroyskum lambskjøti, grønmeti av Sandi, serbryggjaðum øli frá Føroya Bjór, og føroyskur rølliku snapsur afturvið, sigur Johan Mortensen, sum er ein teirra í hugarákstoyminum heima í Havn.
##med2##
– Og John Mikkelsen hevur funnid fram sera góð sponsk vín, sum passa til høvið og tað verður eitt spennandi og vælsmakkandi kvøld, siga Sveinur Patursson høvuðskokkur á Áarstovu, og John Mikkelsen, tænari, sum hevur ábyrgdina av teimum fýra matstovunum Heima í Havn.
##med3##