Heystfagnaður á Eiði

Í kvøld byrjar Heystfagnaður á Eiði við trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 19.30.

Í kvøld byrjar Heystfagnaður á Eiði við trimum fyrilestrum, sum byrja klokkan 19.30.

 

Tað verður Rasmus Joensen, ið leggur fyri við at hugleiða um seyðahald og fletting í gomlum døgum á Eiði.

 

Síðani fer Bergur Hanusson, djóralækni, at greiða eitt sindur frá um seyðasjúkur, áðrenn Mortan Johannesen, gastrenom, fer at hugleiða um gastrenomi og landbúnaðin.

 

Sissal Grækarisdóttir Magnussen fer at syngja og spæla millum og eftir fyrilestrarnar.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Eiðis kommuna skipar fyri Heystfagnaði. Fyrireikingar vóru gjørdar í fjør, men tá var tiltakið avlýst av ymsum orsøkum.

 

Heystfagnaðurin heldur fram friggjadagin, leygardagin og sunnudagin.