Heystarveður um vikuskiftið

Um vikuskiftið verður ófýsið veður, staðfestir veðurmaðurin, Petur Skeel.

Um hugt verður eftir veðrinum leygardagin, so kann ein skilja, at heystið er ávegis.

Tað verður hvassur vindur av suðri og um morgunin fer at regna. Seinnapartin veksur hann vindin enn meiri til skrið – tað er: millum 17 og 21 m/s.

- Men tað verður møguleiki fyri bæði ælaveðri og sólarglottum restina av degnum, sigur Petur Skeel.

Hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.

Sunnudagin verður hvassur vindur av útnyrðingi, við ælum og sólarglottum. Tað verður heldur kaldari, niður í eini seks hitastig.

Mánadagin verður uppaftur kaldari, eini 5 stig, turt og hann minkar vindin nakað.

Týsdagin og mikudagin verður eitt sindur heitari, sólarglottar og lítið avfall.