Danskur meistari í vár, og nú eisini á danska A-landsliðnum. Tað er veruliga líkt til, at Herfølge spælarin, Steven Lustü, hevur gjørt vart við seg í fótbóltshøpi.
Stuttligt
Sjálvur helt hann tað bara vera stuttligt, at hann soleiðis fær høvi til at heysta fruktirnar av fram úr góða kappingarárinum, har Herfølge endaðu ovast á sigursskamlinum.
Sjálvur varð hann í fjør kosin til ársins leikara í felagnum, og eisini í pørtum av donsku fjølmiðlunum vóru røddir frammi, og vildu hava hann á landsliðið.
Spurdur um hetta hevði ávirkað hann, soleiðis at hann nú hevði bíða eftir at koma á landsliðið, svaraði hann, at tað kanska hevði ávirkað nakað:
- Tá somikið nógv verður skrivað, er tað sjálvsagt at man lurtar eitt sindur eftir tí. Eg hevði tó ikki roknað við, ella bíða eftir, at koma á landsliðið, men hetta er sjálvsagt ein dreymur, sum nú rennur út. At tað so eisini var í dysti móti Jákupi Mikkelsen, ger bara alt enn stuttligari.
Seinastu vikurnar hevur eisini verið skrivað um, at Lustü skuldi verið ávegis til enskan 1. deildarfótbólt, og spurdur um hetta, segði hann, at talan sum so ikki var um nakað ítøkjuligt í løtuni. Hinvegin vónaði hann, at landsliðsúttøkan kanska kundi seta eitt sindur av ferð á í so máta.
At dreymurin er at koma uttanlands at spæla, var hann so ikki í iva um, men hinvegin legði hann dent á, at tað einki gjørdi, um hann framhaldandi fer at spæla við Herfølge:
- Eg trívist sera væl í felagnum, og tað hevur einki við nakra ónøgd at gera, men sjálvandi hevði tað verið stuttligt, um eg hevði fingið møguleikan uttanlands, segði verjuleikarin at enda.la inn í spælið, men tóktist tá ikki vera bangin fyri at bjóða seg til.
Var atvoldin til einasta gula kortið hjá dønum, tá hann snildisliga snaraði sær undan Per Frandsen.
15. Kurt Mørkøre
Sogndal
30/2
Kom á vøllin fyri Una Arge, tá seinni hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Føroyska liðið lág tá nógv longri afturi á vøllinum, enn teir gjørdu í fyrra hálvleki, og tí var ógvuliga avmarkað, hvussu nógvar bóltar Kurt fekk at arbeiða við.
Sýndi tó í glottum, at hann kann nýtast sum »Target-man«. Millum annað tá hann stútaði innlegg niður til Toda Jónsson móti endanum av dystinum.
12. Henning Jarnskor
GÍ
35/2
Kom á vøllin fyri Allan Mørkøre seinasta korterið, tó uttan at prógva, at hann eigur at vera fremsta val á plássinum, tá slovenar koma á vitjan.
Tóktist hava trupulleikar við at plasera seg rætt, og varð tí í fleiri førum yvirspældur á bakkinum. Er í løtuni ikki á tí støði, sum hann fyrr hevur verið á í landsliðsbúnanum.
18. Rógvi Jacobsen
KÍ
6/0
Kom á vøllin fyri John Petersen seinastu 10 minuttirnar. Kom í einstøkum førum væl við í føroyska uppspælið, men yvirhøvur var spælitíðin ov stutt til at geva eitt veruligt skoðsmál