Heyst í Steinprenti

Heystið er komið og kring landið verður dúgliga flett. Hesa tíðina er eisini øgiligur aktivitetur í Steinprenti.

Heystið er komið og kring landið verður dúgliga flett. Hesa tíðina er eisini øgiligur aktivitetur í Steinprenti, har tey í løtuni framleiða eina bók hjá donsku listakvinnuni Julie Sass, ein spennandi verkætlan.

 

Samstundis er Steinprent við í tveimum framsýningum í Danmark, tað eru Sjá tú blánar í Glostrup Kunstforening, ið læt upp í síðstu viku og ein framsýning hjá Bárði Jákupsson og Fríðu Matras Brekku í Huset i Asnæs, sum letur upp fríggjadagin 14.oktober klokkan 14-17.

 

 

Danski sjálvsognarstovnurin, Huset í Asnæs hevur, síðan hann læt upp í 1973, hýst nógvum føroyskum listaframsýningum, eitt nú hevur Bárður Jákupsson havt fleiri framsýningar har í ljósu húsunum í Odsherred, har hann, Zacharias Heinesen, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen eru gestalimir.

 

Á komandi framsýningini sýnir Fríða Matras Brekku fram steinprent og vatnlitamálningar, Bárður Jákupsson sýnir fram málningar. Og sjálvt um munirnir eru nógvir millum tey bæði listafólkini, so taka bæði støði í landslagnum, Bárður í sínum musikalsku, rútmisku skrásetingum av náttúruni, Fríða í sínum stillisligu náttúrulýsingum. Listafólkini hava eisini tað til felags, at tey hvør í sínum lagi hava brúkt nógva tíð uppá ein listastovn. Bárður Jákupsson var í mong ár stjóri í Listasavninum og Fríða Matras Brekku er onnur helvtin av toyminum, sum rekur dagliga virksemið í Steinprenti. Tí er tað ikki hon, men onnur listafólk, sum vanliga hava fremsta leiklutin í Steinprenti.

 

Hesar seinastu vikurnar er Fríða Matras Brekku sloppin framat at arbeiða í Steinprenti og burturúr eru komin fleiri stór steinprent, sum eftir ætlan verða framsýnd á serframsýning í Steinprenti seinni í ár. Tóroddur Poulsen hevur fleiri myndir er við á framsýningini í Glostrup, millum annað eina lítið blátt steinprent, sum er ein speisk viðmerking til tann vaksandi óttan fyri fremmandum.