Tað teknar til, at Jupp Heynckes verður nýggjur Bayern München venjari, eftir at Leverkusen venjarin hevur sagt starvið frá sær eitt ár undadn at sáttmálin rennur út. Jupp Heynckes, sum áður tvær ferðir hevur vant Bayern München, verður avloystur av Freiburg venjaranum, Robin Dutt.
Men 65 ára gamli venjarin sigur seg ikki enn hava gjørt av, um hann vil fara aftur til Bayern München sum venjari, eitt lið, sum hann gjørdi til meistara tvær ferðir áður.
Tað var longu tíðliga í vár greitt, at Louis van Gaal ikki kom at virða sáttmálan við Bayern München sum gekk fram til summarið 2012, og tí hevur verið spekulerað í, hvør fór at taka yvir.
Í dag tykist rímiliga greitt, at tað verður Jupp Heynckes, sum altso hevur sagt seg úr starvi hjá Bayer Leverkusen, skrivar BBC.