Heykur svaraði aftur

5-mannafør dreingir: Hósvíksdreingir vunnu sannførandi, eftir at tað ikki riggaði so væl hjá teimum á sundalagsstevnuni

Hósvíksdreingir vunnu á norðoyastevnu. Tað hevði eingin roknað við. Tí vóru teir úr Hósvík favorittar, tá ið tað á sundalagsstevnu varð kappast í Hvalvík. Tá kiksaði tað hjá hósvíksdreingjum, tí Royndin Fríða úr Vági vann.

Í dag var als eingin ivi. Á jóansøku og í fagrastu líkindum á Trongisvágsfirði legði Heykur úr Hósvík seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og Heykur var fremstur allan teinin. Á málinum var hann tað mesta av einari bátslongd undan Royndini Fríðu, Karin og Drekanum, sum kappaðust um næstfremsta plássið. Ta kappingina vann Royndin Fríða, og Karin úr Klaksvík endaði á triðja plássi..