Heykur skal umboða USA í ST

Sum varauttanríkisráðharri hevur John Bolton ofta funnist at ST. Nú skal hann umboða USA har

John Bolton er kendur sum ein tann mest høgravendi og hvassorðaði ráðharrin í stjórnini hjá George W. Bush, forseta. Fyri fýra árum síðani varð hann tilnevndur varauttanríkisráðharri við vápnahandli og altjóða trygd sum málsøkjum, og tá ljóðaði, at táverandi uttanríkisráðharrin, Colin Powell, hevði mótmælt tilnevningini.

Sum varauttanríkisráðharri hevur John Bolton ofta funnist at ST, og tað var hann, sum fyri trimum árum síðani skrivaði undir brævið, sum kunngjørdi, at USA tók seg burtur úr samstarvinum um altjóða krígsbrotsmannadómstólin ICC. Hann hevur eisini talað fyri, at ST eigur at virka fyri, at Taiwan fær altjóða viðurkenning sum sjálvsstøðugt ríki.

Nú hevur Bush gjørt av, at John Bolton skal taka við starvinum sum amerikanskur sendiharri í ST, og longu í gjár ljóðaði, at tilnevningin hevur fingið kaldliga móttøku ímillum ST-diplomatar.

Amerikanska Senatið skal nú taka støðu til, um John Bolton er egnaður at taka við sum ST-sendiharri, men tað verður neyvan nakar trupulleiki, skrivar Reuter úr Washington.