Heykur og Falkur í Runavík

Í morgun landa ísfiskatrolararnir, Heykur og Falkur, til Faroe Orgin í Runavík. - Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið heldur frægari seinastu túrarnar, sigur stjórin, Dávid Jacobsen. Heykur og Falkur hava 240.000 pund av upsa, 16.000 pund av toski og umleið 20.000 pund av øðrum fiskasløgum.

Gongst sum ætlað, koma Rókur og Lerkur inn at landa mánadagin, og einaferð miðskeiðis í næstu viku koma Stelkur og Bakur.

- Skipini eru úti í umleið eina viku, og vit royna at passa tað soleiðis, at tey koma inn við hóskandi millumbili, sigur stjórin í Faroe Orgin, ið er nýggja navnið, sum virkir og skip hjá nýggja fiskivinnurisanum brúka.

Dávid Jacobsen sigur, at fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum í longri tíð hevur verið heldur slakur, nú hevur vignast frægari teir seinastu túrarnar.

Skipini hjá Faroe Orgin eru seks í tali, Heykur, Falkur, Rókur, Lerkur, Bakur og Stelkur.

Í løtuni er bara fiskavirkið hjá felagnum í Runavík virkið, men Faroe Orgin eigur eisini saltfiskavirkið á Toftum og fiskavirkið í Vestmanna.

Tá mest er at gera á virkinum í Runavík, eru millum 60 og 70 fólk til arbeiðis, og tá eru landararnir íroknaðir.

Myndin av Heyki og Falki er tikin í Runavík í morgun.