Heykur og Falkur landað í Saltangará

Á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará vænta tey tilsamans seks partrolarar hesa vikuna. Teir fyrstu landaðu í gjár. Í gjár landaðu partrolararnir Heykur og Falkur í Saltangará. Skipini, sum eru á upsaveiði, høvdu sløk 290.000 pund tilsamans.

Í dag er turt gólv á landingarmiðstøðini hjá Beta, men í morgin koma leirvíkstrolararnir, Polarhav og Stjørnan, væntandi inn at landa. Í gjár høvdu teir knappliga hálvfulla last.

Seinni í hesi vikuni verður roknað við partrolarunum, Jaspis og Ametyst, og í næstu viku koma so hini fýra skipini, Bakur, Stelkur, Rókur og Lerkur, aftur av túri.