Heykur og Falkur fullir undir lúkurnar

- Tey trý pørini hjá okkum liggja stavn um stavn í veiði higartil í ár, sigur Ingi Hansen, tekniskur leiðari.

 

Partrolararnir, Heykur og Falkur, hava landað til fiskavirkið hjá Faroe Origin í dag. Skipini vóru full undir lúkurnar.

 

Ingi Hansen, tekniskur leiðari hjá Faroe Origin, sigur, at Heykur og Falkur høvdu tilsamans 810 kør, sum gevur umleið 480.000 pund tilsamans.

 

- Hesin túrurin hevur vart í einar 10-11 dagar, og fiskiskapurin hevur verið góður. Teir endaðu túrin á Nólsoyarbankanum.

 

Hann sigur, at meginparturin av veiðini er upsi, men eini 85 kør vóru av øðrum fiskasløgum.

 

- Hesi 480.000 pundini geva arbeiði til meginpartin av hesi vikuni á fiskavirkinum hjá Faroe Origin í Runavík.

 

Ingi Hansen væntar, at Rókur og Lerkur koma inn at landa fríggjadagin, og Bakur og Stelkur mánadagin - um skipini ikki verða full fyri ta tíð, sum hann tekur til.

 

- Síðan í mai hevur tað gingið rímiliga væl hjá ísfiskatrolarunum hjá okkum, og ikki so fáar túrar hava skipini verið full undir lúkurnar.

 

Sambært Inga Hansen hevur veiðan hjá teimum trimum pørunum, Heyki/ Falki, Róki/ Lerki og Stelki og Baki eisini verið rættiliga jøvn higartil í ár.

 

- Eg vil siga, at hesi trý pørini liggja stavn um stavn í veiði, og tað hevur gingið rímiliga væl hjá teimum øllum í ár, sigur tekniski leiðarin.