Heygsvegur verður dagførdur

Nú er aftur gongd í við Heygsveg á Toftum, har byggifelagið Falkon er farið undir at dagføra vegin við parkeringsplássum, gongubreyt, kantsteinum og øðrum. 

Seinnu árini hevur rættiliga nógv byggivirksemi verið í Nes kommunu, og einki bendir á, at hugurin at seta búgv ikki fer at halda sær.

 

Við Eysturoyartunlinum er teinurin millum Skálafjørðin og miðbýin í Havn styttur úr einum tíma niður í einar 20 minuttir.

 

Men, hetta er ikki øll søgan. Í Nes kommunu hevur verið bygt í fleiri ár, og besta dømi um hetta er byggingin við Gaddaveg.

 

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, stóðu bert eini gomul hús á Gadd, og nú er breiður vegur og sethús bygd á báðum síðum.

 

Onnur nýggj sethúsaøki hava eisini stungið seg upp í kommununi, eitt nú við Lýðarsveg, har fleiri sethús eru bygd, og onnur eru í gongd.

 

##med2##

 

Byggifelagið KBH hevur bygt 18 íbúðir fyri Bústaðir á Kneysum á Toftum, og haraftrat byggir KBH 16 eigaraíbúðir aftrat beint oman fyri íbúðirnar hjá Bústøðum.

 

Nú er aftur gongd í við Heygsveg á Toftum, har byggifelagið Falkon er farið undir at dagføra vegin við parkeringsplássum, gongubreyt, kantsteinum og øðrum. 

 

- Hetta er sunnan fyri eigaraíbúðirnar. Arbeiðið norðan fyri varð gjørt í fjør. Eftir ætlan verður farið undir at asfaltera í heyst, siga tey í Nes kommunu.