Bygdarmynd
Edvard Joensen
Vestmanna:Heyganeshúsini hvørva nú úr bygdarmyndini í Vestmanna. Partar av teimum verða tó goymdir.
Gomlu Heyganeshúsini vóru í so ringum standi, sigur Gunn Joensen, borgarstjóri í Vestmanna, at einki var at gera við tey annað enn at taka niður. Økið, har tey stóðu, fer í fyrsta umfari at liggja opið.
?Tað er sera trongligt í umráðnum, so brúk er fyri einum opnum plássi her, sigur borgarstjórin. Onkrir fyrispurningar hava verið um at sleppa at brúka økið, men víst er til øki aðrastaðni. Øðrum vinnuvirksemi, sum talan kann vera um, er gott pláss fyri Inni á Firði, og upp aftur rúmligari verður, nú ferjan um Vestmannasund fer at gevast at sigla. Eisini eru komnir onkrir fyrispurningar um at sleppa undir virksemi har inni, sigur borgarstjóin í Vestmanna.
Røddir hava verið frammi, sum vildu varðveita Heyganeshúsini. Gunn Joensen sigur, at avvarðandi myndugleikar hava eisini verið uppií, men úrslitið var, at einki nevnivert var at varðveita, og húsini eru ikki friðað.
Um bygningurin skuldi verið settur aftur í gamlan stand, fór tað at kosta milliónaupphæddir, sigur Gunn Joensen, og Vestmanna Kommunan gjørdi greitt, at tí kundi kommunan ikki bera kostnaðin av.
Tó vóru partar av tí, sum tikið er niður, tiknir frá og goymdir. Eitt nú útskeringar og annað, sum hildið var vert at goyma.
Tann parturin, sum nú verður tikin niður, er tann elsti av húsunum. Hann verður tikin sundur, og allur stórviðurin goymdur. Bygningurin verður avmyndaður, so hvørt tikið er uttan av, sigur borgarstjórin.










