Hey tit, skeivan veg!

Hesi flogførini hava beina kós ímóti jørðini, men alt tykist tó verða undir kontroll. Tað eru flogfør hjá herinum í Singapore, sum vísa seg fram við øllum hugsandi kynstri á einum tiltaki í farnu viku. F16 flogførini venda upp og niður, og áskoðararnir kunnu ikki verða annað enn hugtiknir.