Spurningur: Eg fari her vinarliga at biða teg um, og fortelja mær, hvat tað er, sum tú meinar við, tá tú, 16.oktober í Sosialinum sigur, (citat. Teir,) tað er Óli Jacobsen og Eyðun Johannesen hava fleiri ferðir tikið avgerðir, sum aðrir nevndarlimir bara hava hoyrt um í pressuni. Cit. Endað. )
- Hvat eru hettar fyri avgerðir, nær og í hvørjum sambandi er hettar gørt?
Hettar er mín stutti og greiði spurningur til tína ábreitslu.
Andrias! Tú noyðir meg, at svara sama veg, tá tú loypur á meg, hendan vegin, í fjølmilinum.
Ein ting beinan vegin, slíkar avgerðir eru mær fullkomuliga ókendar og hartil ósannindir, so tað stendur eftir.
Kanst tú svara mær upp á tað?