Einki ítróttarfólk í heiminum hevur tjent fleiri pengar síðsta árið enn Roger Federer. Tað vísir ein dagførdur listin hjá amerikanska vinnublaðnum Forbes.
Sveisiski tennisspælarin hevur seinasta árið tjent 714,73 milliónir krónur. Hetta er fyrstu ferð síðani Forbes fór at gera listan í 1990, at ein tennisspælari er ovastur á listanum.
Í fjør vóru fótbóltsspælararnir Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og Neymar ovastir á listanum, men 38 ára gamli Roger Federer hevur nú yvirhálað teir allar.
- Korona-kreppan hevur havt við sær eina lønarlækking hjá fótbóltsstjørnunum Messi og Ronaldo, og tað hevur gjørt at ein tennisspælari á fyrsta sinni er best lønta ítróttarfólk í heiminum, sigur Kurt Badenhausen, blaðstjóri á Forbes.
Best lønta kvinnuliga ítróttarfólkið er somuleiðis ein tennisspælari. Tað er japanska Naomi Osaka, sum er nummar 29 á listanum. Hon hevur síðsta árið tjent umleið 250 milliónir krónur.
Tað er kurvabóltur, sum hevur flest av best løntu ítróttarfólkunum í heiminum. 35 kurvabóltsspælarar eru á topp 100-listanum hjá Forbes, sum er at síggja HER.
Best løntu ítróttarfólk síðsta árið
1. Roger Federer (tennis) - 714,73 milliónir krónur
2. Cristiano Ronaldo (fótbóltur) - 705,99 milliónir krónur
3. Lionel Messi (fótbóltur) - 699,26 milliónir krónur
4. Neymar (fótbóltur) - 642,11 milliónir krónur
5. LeBron James (kurvabóltur) - 593,03 milliónir krónur
6. Stephen Curry (kurvabóltur) - 500,24 milliónir krónur
7. Kevin Durant (kurvabóltur) - 429,64 milliónir krónur
8. Tiger Woods (golf) - 418,89 milliónir krónur
9. Kirk Cousins (amerikanskur fótbóltur) - 406,78 milliónir krónur
10. Carson Wentz (amerikanskur fótbóltur) - 397,37 milliónir krónur
Kelda: Forbes