Hevur verið venjari hjá Eliasi og Óla - Er nú svenskur landsliðsvenjari

Michael Apelgren hevur verið hjálparvenjari hjá svenska landsliðnum síðani 2022

Hann verið ein dugnaligur venjari hjá bæði Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í Sävehof, og hann førdi Sävehof til tvey meistaraheiti og ein steypasigur, kappingarárini 2020-2024.

 

Kappingárini 2014-2020 førdi Michael Apelgren Elverum til seks norsk meistaraheiti á rað, umframt ein steypasigur. 

 

Sum leikari vann Michael Apelgren svenska meistaraheitið fimm ferðir við Hammarby og Sävehof. Tó blivu tað bara til fimm landsdystir fyri Svøríki.

 

Michael Apelgren, ið hevur verið hjálparvenjari hjá svenska manslandsliðnum síðani 2022 hevur nú fingið starvið sum høvuðsvenjari hjá svenska landsliðnum. 

 

Michael Apelgren, ið er 40 ára gamal er eisini venjari hjá ungarska stórliðnum, Szeged, so hann fer at hava hendurnar fullar komandi árini.

 

Í samrøðu við heimasíðuna hjá svenska hondbóltssambandinum sigur Michael Apelgren, at hann fer eftir at vinna meistaraheiti við Svøríki, og tað verður einki við at vera nøgdur aftaná at hava tapt eina fjórðingsfinalu í einum endaspæli, sum t.d. undir olympisku leikunum í París í summar.