Hevur verið journalistur í hálva øld

Í dag eru 50 ár síðani, at Jógvan Arge úr Havn fór í journalistlæru hjá Ritzaus Bureau í Keypmannahavn. Hann byrjaði í læru 1. januar í 1967.

 

– Hetta hava verið 50 spennandi og gevandi ár í fakinum – trý í Danmark og 47 í Føroyum, skrivar Jógvan Arge á Facebook.

 

Jógvan Arge er føddur 17. juni í 1947 – og fyllir sjeyti í summar. Umframt at vera journalistur er hann eisini rithøvundur og frá í dag at rokna eisini fyrrverandi politikari. Hann varð valdur í Tórshavnar býráð í 2000 og varð akkurát ikki afturvaldur hesaferð.

 

Flestu kenna tó rødd hansara sum frásøgurmaður til ítróttarkappingar, fyrst og fremst frá fótbólti, men eisini hondbólti og kappróðri.

 

Hann hevur starvast í Útvarpi Føroyar, seinni Kringvarpi Føroya at kalla alla tíðina síðani hann byrjaði har í 1970.

 

Jógvan Arge hevur yrkt nógvar tættir, skrivað fleiri hátíðarrit fyri stovnar og virki, um Havnar Bóltfelag og so ikki minst bókarøðina »Teir tóku land« og nógvar aðrar útgávur við.