Hevur verið heim hjá 2600 fólkum

Í dag fyllir Eysturoyar ellis- og røktarheim, 30 ár


Í dag fyri 30 árum síðan, tann 4. februar 1984, varð Eysturoyar Røktar og elllisheim í Runavík alment tikið í nýtslu.

 

Thordur Niclasen, fyristøðumaður, sigur, at upprunaliga vóru tað einstaklingar sum slóðaðu fyri og fingu samstarv í lag við Lions Club í Eysturoy, og kommunurnar í Eysturoynni.

 

- Á vári 1980 gjørdu tey felagsskapin “Eysturoyar Røktar-og ellisheim” og valdu bygginevnd/stýri.

 

Síðan heimið varð tikið í nýtslu, er tað bygt út tvær ferðir.

 

Fyrru ferð var í 1992 og seinnu ferð var í 2006.

 

Sostatt er nú pláss fyri 70 fólkum umframt at 12 fólk í dagtilhaldinum.

 

Kommunurnar í Eysturoynni hava við hesum lagt stóra orku í og virkað fyri dygdargóðum umstøðum til teirra, ið  hava tørv á røktarheimsplássi, sigur Thordur Niclasen.

 

Og tað er ikki at taka seg aftur í, at heimið hevur havt stóran týdning.

 

Hesi 30 árini hava út ímóti 2600 fólk búleikast á heiminum í styttri ella longri tíðarskeið, sigur hann.

 

Hann sigur, at tá ið heimið rundaði tey 25 árini, varð skipað fyri stórum almennum hátíðarhaldi.

 

Men nú á 30 ára føðingardegnum verður einki alment hátíðarhald.