Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin í russiskum øki í Barentshavinum. Eg havi siglt nógv og havi helst hildið eini 20 jól á sjónum. Her verða fimm føroyskir langfaratrolarar við umleið 130 monnum. Ikki allir hava boblibað, sum Ruth Vang so speiskliga tók til, men vit vildu nógv heldur havt fiskarok enn boblibað.
Tað sigur Bjarni Petersen, skipari.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Kokkurin sigur, at tað verður dunna og rísingreytur omaná. Vit leggja helst trolini á dekkið seinnapartin jólaaftan, so allir sleppa at eta í senn. Siður er her umborð, at ein mynd verður tikin av øllum monnunum uppi á brúnni, eftir at jólapakkarnir frá sjómanskvinnuringunum eru pakkaðir upp.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi einki jólaynski uttan, at øll míni kæru hava tað gott og eru frísk – og so sjálvandi, at vit fáa eitt sindur av fiski, so vit fáa uppí skipið.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini heima eru eitt res í dag - at keypa jólagávur og ymiskt annað. Tað verður neyvan so nógv hugsað um, hví vit halda jól. Annars hava jólini tann týdning fyri meg, at familjan samlast til hugna, sigur Bjarni Petersen, sum ynskir øllum sjófólki og øllum føroyingum eini gleðilig jól.