Hevur verið á veg í yvir 20 ár

Hetta er eitt dømi um, at viðhvørt eru tað mál, sum at síggja til eru einføld, sum taka ta drúgvastu tíðina hjá Tórshavnar Býráði

Í morgin ári er dagurin loksins komin, tá ferðsluljós fara at stýra ferðsluni á vegamótinum Hvítanesvegur – Eystari Ringvegur.

 

Tað má ásannast, at leingi er tað, ið væl skal vera, tí tað var longu fyrst í nítiárunum, tá ið Kollafjarðartunnilin varð gjørdur, at avtala varð gjørd við landsstýrið um, at landið skuldi gera eina rundkoyring á vegamótinum.

 

Men einki er hent og nú eru tað fleiri ár síðani, at býráðið sjálvt tók málið upp. Men fleiri ár gingu, áðrenn semja fekst um, antin ein rundkoyring skuldi gerast á vegamótinum, ella um ferðsluljós skuldi setast upp. Men nú varð so ein avgerð og býráðið samtykti at seta ferðsluljós.

 

Talan verður um eitt teldustýrt ferðsluljós, sum ikki er virkið tá ið ferðslan er lítil, men tað er bara, tá ið nógv ferðsla er, at tað lýsir.

 

 

Eitt annað dømi er tað, Jan Christiansen, fyrrverandi býráðslimur, kallaði láturligasta mál, ið nakrantíð hevði verið til viðgerðar í býráðnum. Tað var ætlanin um at gera eitt alment wc í Kirkjubø til tey mongu ferðafólkini, sum vitja Kirkjubø, varð reist á fyrsta sinni.

 

Eisini tað málið tók fleiri ár at fáa avgreitt, og tá ið avtornaði, varð talan um wc og viðskiftahús við farstøð og ymsum hentleikum til ferðafólk.

 

Men ikki var tað lætt, tí nógv fornminni vóru at taka støðu til, og tilsamans mátti málið yvir 30 ferðir í býráðið, ella í eina nevnd hjá býráðnum, til viðgerar, áðrenn tað brast fyri nev.