Hevur verið ein stuttlig vika

Tað sigur Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, sum er gingin mál-amokk í Effodeildini.

Ársins stjørnuskot í Effodeildini í fjør, Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, er gingin mál-amokk, har hann hevur skotið fimm mál síðstu tveir dystirnar.


- Hetta hevur verið ein stuttlig vika. Man følir tað væl í einum býi sum Klaksvík, men tað er umráðandi at hava bæði beinini á jørðini og at koyra á víðari, sigur hann við Sosialin í dag.


Í Sosialinum í dag er longri samrøða við 19 ára gamla KÍ-toppskjúttan, har hann í “Fimm skjótir” m.a. avdúkar hvørji framtíðarmál hann hevur á fótbóltsleiðini.