Hevur vent hvørjum gravsteini

Óli Jacobsen hevur skrivað ættarsøgu um teir 237 gravsteinarnar - har áskriftinirnar kunnu lesast – í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn

- Hetta gjørdist ein nógv longri røð, enn tað upprunaliga var  ætlað.  Og nú er  søgan skrivað um allar teir gravsteinar, sum hava lesiliga innskrift, og tað hava teir flestu, sigur Óli Jacobsen, sum hevur staðið fyri arbeiðinum at skriva um tey, sum eru grivin í Kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn.

 

Greinarøð við heitinum, Hendur ið sleptu, hevur verið á prenti í Sosialinum, og sjálvur vil Óli Jacobsen ikki útiloka, at talan seinni kann gerast um bókaútgávu.

 

Óli Jacobsen vitjaði í dag í Rásarúminum, og við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra tað, sum hann tá segði um velduga arbeiðið, sum hann hevur staðið fyri.