Hevur vaskað skúlan í 35 ár

Katrina Svartá hevur vaskað í skúlanum í Hvalvík í samfull 35 ár.

Á hugnaligari løtu á kommunuskrivstovuni í Sunda kommunu mánadagin fekk Katrina Svartá handað viðurkenning, nú hon hevur vaskað í skúlanum í Hvalvík í samfull 35 ár.

 

Tað var Heðin Zachariasen, borgarstjóri, sum vegna kommununa takkaði Katrinu fyri valaverk øll hesi mongu ár og ynskti henni alt tað besta frameftir.

 

- Tað sæst á reingerðini í skúlanum í Hvalvík, at Katrina er sera nærløgd í sínum arbeiði, tí har glitrar og skínur á hvørjum spreki.
 

Borgarstjórin vísti á, at tað, at reingerðin verður væl úr hondum greidd hvønn dag, ger eisini, at slitið verður minni, at børnini fara betri um skúlan, og hetta er gott fyri trivnaðin sum heild.

 

- Tí eigur vaskikonan so sanniliga eisini at fáa sína rósu! segði borgarstjórin, Heðin Zachariasen.