Hevur víst klaguni um Heðin Mortensen frá sær

– Og meiri verður ikki gjørt við málið

Løgtingsins umboðsmaður hevur nú víst klaguna frá Akademikarafelagnum ímóti Heðini Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, frá sær.

 

Akademikarafelag klagaði annars Heðin Mortensen í sambandi við at stjórin á Landsverki fór úr starvi herfyri. Tá metti akademikarafelagið, at Heðin Mortensen hevði gjørt ymsar bygnaðarbroytingar á Landsverki, sum vóru í stríð við sáttmálan, men tað avsannaði landsstýrismaðurin.

 

Tá ið stjórin fór úr starvi varð Landsverk, sum hevði fýra deildir, broytt til tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til Samferðslumálaráðið. Hetta hendi stutt fyri jól, men beint eftir nýggjár varð fyribil stjóri settur fyri Landsverk og stovnurin varðveitti sínar fýra deildir, sum hann hevði frammanundan.

 

Men mannagongdin hjá landsstýrismanninum fekk Akademikarafelagið at klagað til Løgtingsins Umboðsmann, tí tey mettu ikki, at rætt varð farið fram við tað, at broytingarnar vórðu ikki viðgjørdar, og felagið fekk ikki høvið til at siga sína hugsan um tær.

 

Í sambandi við málsviðgerðina, hevur Heðin Mortensen upplýst fyri Løgtingsins Umboðsmanni, at talan var um at broyta mannagongdirnar í sambandi við samskifti ímillum Landsverk og Samferðslumálaráðið. Broytingin var í gildi í nakrar dagar, og somuleiðis varð ein fyribil stjóri settur á Landsverki, men annars var bygnaðurin tann samai, sum hann hevði verið frammanundan.

 

Løgtingsins Umboðsmaður sigur í einum stuttum svari, at eftir at hava gjøgnumgingið tilfarið málinum, er niðurstøðan, at tað er ikki grundarlag var fyri at gera meiri við málið, tí talan var ikki um broytingar, sum høvdu nakran týdning fyri starvsfólk á Landsverki. Og lagt verður afturat, at meiri verður ikki gjørt við málið.