Í ár eru tað 40 ár síðani at Svenning av Lofti fór at skipa fyri regluligum ferðum fyri føroyingar til Ísraels, har dentur hevur verið lagdur á at vitja tey støð, ið eru kend úr Bíbliuni.
Umframt at skipa fyri hesum ferðunum til Heilaga landið, hevur hann hann í flestu førum eisini sjálvur verið ferðaleiðari. Og hesi 40 árini hevur hann ferðast við einum 2500 føroyingum til Ísraels.
Samstundis er hetta árið, har Ísraelar hátíðarhalda, at tað eru 50 ár síðani Jerusalem varð sameint, og í hesum sambandi verður føroysk-ísraelsk fagnaðarløta í Norðurlandahúsinum mánadagin eftir ólavsøku við røðum, tónleiki og sangi.
Í einum tíðindaskrivi í dag staðfesta tey, at fyrstu ferð, Svenning av Lofti, var ferðaleiðari hjá føroyskum ferðaliði í Ísrael, var í 1977.
Tá var hann ferðaleiðari saman við Adriani Johansen av Strondum. Men fyrsta ferð, Svenning av Lofti var Ísrael yvirhøvur, var longu í 1973, tá ið Adrian Johansen heimamissiónstrúboðari av Strondum, og Petur Háberg, skipaðu fyri.
Hetta var fyrsta bólkaferðin, ið varð gjørd úr Føroyum til Ísraels og síðani hevur Svenning av Lofti skipað næstan 50 ferðum hagar.
Viðhvørt hevur ferðaliðið verið stórt, serliga í 2010 tá ið 89 fólk vóru við, eitt nú Ebenezerkórið. Men annars hava fólk úr øllum samkomum og kirkjum í landinum umframt føroyingar búsettir í Danmark og aðrastaðni, verið við á ferðunum.










