Hugo Lloris hevur undirskrivað eina nýggja avtalu við Tottenham, sum bindir hann at enska felagnum fram til 2022.
Franski landsliðsmálmaðurin kom til felagið í 2012 úr Lyon og hevur síðani ment seg til ein av heimsins bestu málmonnum.
Leysasøgur hava gingið, um at franska stófelagið PSG kundi hugsað sær málmannin, men nú er líkt til, at hann verður verandi í London.
- Eg eri væl nøgdur við nýggja sáttmálan. Hetta vísir, hvussu stóra tiltrúgv eg havi til ætlanirnar her, sigur hann við heimasíðuna hjá felagnum.
Tottenham liggur í løtuni nummar fimm í Premier League, 10 stig aftan fyri Chelsea, sum liggur á odda. Felagið luttók í bólkaspælinum í Champions League, men kom ikki víðari og skal tí luttaka í Europa League í vár.