Hevur størri orku í luftini enn alt Noreg

Á tí 78 metrar breiða flogdekkinum standa fleiri tíggjutals jagaraflogfør, og undir flogdekkinum standa eisini fleiri loftfør.

Tað var í gjár, at amerikanski flogberin og heimsins størsta krígsskip, Gerald R. Ford, kom til Noregs á vitjan, har skipið liggur inni í Oslofjørðinum.

 

Norska Dagbladet er millum miðlarnar, sum hava vitjað umborð. Umborð í skipinum er pláss fyri umleið 90 stríðsflogførum og tyrlum. 

 

- Hetta er næstan tvífalt so nógv jagaraflogfør, sum tey 52 F-35 flogførini, ið Noreg hevur bílagt og sum skulu verða ryggurin í norsku verjuni fleiri ár fram.

 

Á tí 78 metrar breiða flogdekkinum standa fleiri tíggjutals jagaraflogfør, og undir flogdekkinum standa eisini fleiri loftfør.

 

Manningin umborð á Gerald R. Ford telur umleið 4.500. Sambært norskum miðlum lata teir, sum hava verið í landi, væl at móttøkuni í Noregi.

 

##med2##

 

 

 

Soleiðis skrivar norska Dagbladet í dag um, hvussu máttmikil flogberin er við sínum stríðsflogførum.