Næsta mikukvøld fer bólkurin fyri tey, ið hava ella hava havt móðurmerkjakrabba, at hittast til prát og hugnaliga samveru í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn.
- Endamálið við bólkinum er eitt nú at koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum og at veita hjálp til sjálvhjálp, umframt at savna vitan um móðurmerkjakrabba, upplýsa um fyribyrging og skipa fyri ymiskum tiltøkum.
Krabbameinsfelagið sigur, at øll, sum hava ella hava havt móðurmerkjakrabba, eru vælkomin við til kvøldið.
Neyvari kunning um tilmeldingarfreist og tiltakið annars kann lesast á heimasíðuni www.krabbamein.fo