Hevur trupult við at hava álit á samgonguna

Tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri fiskivinnunýskipanina hjá samgonguni, at tað í dag ikki eydnaðist teimum at samtykkja lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, um at trekkja fakfelagsgjald frá í skatti. Atkvøðugreiðslan gjørdist 16 fyri og 16 ímóti, tí Kristin Michelsen ikki er í løgtinginum, og sostatt fall uppskotið.


Tingkvinnan hevur ferð eftir ferð víst á, at hon heldur sínar avtalur við samgonguna, um tey halda teirra avtalur við hana. Eftir at uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir fall í dag, ásannaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at talan var um avtalubrot, og í samrøðu við Rás2 dylur tingkvinnan ikki fyri, at hennara álit á samgonguna hevur fingið eitt skot fyri bógvin.


- Tað vísir seg sum, at tað er trupult at hava álit á, at tær avtalurnar, ið man ger, verða hildnar. Tað er øgiliga harmiligt. Tað sum hendi í dag átti ikki at verið hent, sigur Sonja Jógvansdóttir við Rás2.


Spurd beinleiðis, um hetta kann fáa avleiðingar fyri fiskivinnunýskipanina, ið fer til 3. viðgerðar í morgin, og sum hon annars hevur stuðlað, svarar tingkvinnan, at hon nú umhugsar sín astøðu.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir við at trýsta á pílin undir myndini.