Týsdagin tosaðu Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen saman í telefon um komandi samráðingarfundin um ríkisrættarligu støðuna.
Millum annað tosaðu løgmaður og forsætisráðharrin um nær, hvar og hvussu samráðingarnar verða hildnar.
Men sambært løgmanni er enn ikki alment staðfest nær ella hvar samráðingarnar verða.
Hvat annars kom burtur úr samrøðuni millum løgmann og danska forsætisráðharran vil Anfinn Kallsberg einki siga um.
Útvarpið visti fyri fáum døgum síðani at siga, at danska stjórnin helst ikki fer at koma til Føroya at samráðast í oktober, eins og ætlað. Hetta fór ikki at liggja fyri, tí tað fór ikki at bera til at fáa tað at passa soleiðis saman, at allir lyklaráðharrarnir kundu koma til Føroya samstundis í oktober.
Somuleiðis visti Útvarpið at siga, at embætismenn løgmans í fjúrtan dagar til fánýtis høvdu roynt at fingið fatur á Nyrup, soleiðis at løgmaður slapp at tosa við hann.
? Hvaðani Útvarpið hevur hesi tíðindi veit eg ikki. Men teir hava tey í øllum førum ikki frá mær. Eg havi ongar viðmerkingar til nær samráðingarnar verða, og eg havi heldur ongar viðmerkingar til, hvussu ofta eg tosi við Poul Nyrup Rasmussen, sigur løgmaður.










