– Ein góður vinmaður mín hevur verið heima tá, hann hevur altíð skít fult, segði Bjarni Hammer, løgtingsmaður, býráðslimur á Tvøroyri og løgreglumaður, tá ið hann varð mintur á eina veitslu, har hann hevði hassj við.
Í Sosialinum í gjár varð avdúkað, at Bjarni Hammer hevur tætt samband við ein persón, sum smuglar hassj til Føroya, og sum sambært Bjarna Hammer altíð hevur hassj. Sosialurin avdúkar eisini, at Bjarni Hammer segði seg kunna skaffa nøkrum ungum kvinnum hassj, sum tær ætlaðu at brúka til ein jólafrokost.
Tað er í fleiri telefonsamrøðum við unga kvinnu, at Bjarni Hammer váttar, at hann hevur beinleiðis samband við ein mann, sum plagar at hava nógv hassj um hendi.
Umframt at Bjarni Hammer greiðir frá, hví tað man vera so, at hann hevur havt hassj við til eina veitslu, so ger hann eisini avtalu við unga kvinnu um at fáa fatur á hassji, tá ið vinmaður hansara kemur til Føroya.
Bjarni Hammer kallar hendan vinmannin »primus motor«, tá ið umræður hassj, og tá ið vinmaðurin kemur til Føroya 22. desember ringir Bjarni Hammer millum gentuna og vinmannin fyri at finna fram til, um nakað hassj er hjá gentuni at fáa.
Tað liggur tó ikki fyri hjá vinmanninum hetta kvøldið, og Bjarni Hammer greiðir gentuni frá, at vinmaðurin fer at fáa fatur á tí millum jól og nýggjár og staðfestir, at tað plagar ikki at ganga nógvir dagar, har vinmaðurin ikki hevur slíkt uppi á sær – og harvið eisini Bjarni sjálvur.
Bjarni Hammer hevur sagt navnið á hesum vinmanni við ungu kvinnuna.
Sosialurin kann keypast í talgildari útgávu á www.sos.fo