Magenta, sum er gamla og hugnaliga hotellið í Miðvági, fer leygarkvøldið hin 24. oktober at hava eitt forvitnisligt fuglakvøld, har høvi verður at royna eitt nú súlu, náta, lunda, álku og ymiskt annað.
- Hetta verður fyrstu ferð, at tú fært høvi at royna allar hesar forkunnugu fuglar við somu máltíð. Hetta er føroysk matgleði, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið á gamla hotellinum í Miðvági.
Jóan Pauli Joensen, professari í síðsøgu og fólkalívsfrøði, fer á kvøldinum at tosa um týdningin, sum svartfuglur hevur havt fyri føroyingar, og hvussu vit hagreiddu hetta tilfeingið fyrr.
Tað eru eisini gistingarmøguleikar á gamla hotellinum í Miðvági. Plássið á matstovuni er avmarkað, og longu fyri viku síðan vóru bert nøkur fá pláss eftir til hetta serstaka fuglakvøld, sum verður í Miðvági komandi leygarkvøld.
##med2##