Hevur tú fremmandar gestir við hús?

MIÐLAHÚSIÐ: Í kvøld kl. 19.30 verður fyrilestur um blámusopp.

Hvat hava Studentaskúlin í Hoydølum, Rúsan í Havn, Útibarnagarðurin í Trongisvági, Tórshavnar Kommunuskúli og skúlin á Giljanesi í felag. Allir hesir bygningar hava verið ella eru undir álopi av blámusoppi.

Men eisini heima hjá tær og mær kunnu vit fáa blámusopp, ið sum kunnugt kann elva til heilsuvanda og ampa hjá fólki og djórum.

Tí skipar Føroya Astma/Allergifelag fyri almennum fyrilestri um blámusopp við Lone Grønborg, lívfrøðingi í Miðlahúsinum í kvøld, mánakvøldið 12. apríl kl. 19.30.


Fyrilesturin fer at viðgera evnini:

• Hvat er blámusoppur?

• Hvussu kemur blámusoppur inn í hús tíni?

• Hví er blámusoppur vandamikil?

• Hvat kann gerast at fyribyrgja at blámusoppur kemur í hús tíni?

• Hvat kann gerast, tá blámusoppurin er komin inn í hús tíni?

• Hvørji sjúkutekin fær ein við at búgva/liva í húsi við blámusoppi?

• Er blámusoppur vandamikil?


Føroya Astma/Allergi upplýsir, at felagið, í samráð við Innilufttænastuna, hevur givið út faldara undir heitinum “Hvussu ávirkar blámusoppur heilsuna?”.