Sara Bird úr Onglandi hevur skrivað eina bók, og gjørt eina heimasíðu um evni - www.fatorexia.com. Hon sá seg sjálva sum vakra og klæna, til ein dagin læknin segði við hana.
- Tú er feit!
Vektin vísti tá yvir 100 kilo, og hóast at Sara burdi haft vita um hetta, gjørdist hon skelkað.
Hon hevði bara speglað sær við lítlum hondspeglum í langa tíð, klipt støddarlepan av klæðunum, og lati seg í stór, víð klæði.
Ein av høvuðsorsøkunum til fatorexi er at fólk tapa seg, og síðani halda seg vera klænan, hóast at kiloini eru komin uppá aftur fleirifalt, meinar Sara.