Eitt av afturvendandi tiltøkunum á sjómannadegnum í Klaksvík er, at grindahvalur verður skorin upp, men í ár er trupulleikin tann, at eingin hvalur er tøkur til endamálið Tað hevur verið ein hugtakandi og forvitnisligur partur av sjómannadegnum, at grindahvalur verður skorin upp á bryggjuni, samstundis sum greitt verður frá.
Eisini útlendingar hava víst hesum tiltaki stóran áhuga og hava verið óførir at sett spurningar til frásøgufólkini.
Norðlýsið sigur á síni heimasíðu, at fyrireikingarnar av sjómannadegnum í ár hava rent seg í ein trupulleika.
Teir eiga nevniliga ongan grindahval til hetta forkunnuga endamál hesaferð, og tí sóknast fyrireikararnir eftir einum hvali til endamálið.
So... eigur tú ein grindahval í frystiboksini, ert tú meira enn vælkomin at venda tær til fyrireikararnar.
Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum sigur onkur lesari - skemtiliga - seg eiga ein hval í boksini, men at hesin er sundurskorin... og má tí setast saman aftur, áðrenn hann kann nýtast til endamálið á sjómannadegnum.
Eingin grind hevur lagt beinini higartil í summar, og tí eiga klaksvíkingar ongan hval til at skera upp.
Men enn er vón fyri stavn.
Hetta er besta grindatíð, so hvør veit, um ikki onkur grind leggur beinini í vikuni.