Hevur stríðst í 40 ár

- Suðuroyar Sjúkrahús er ein trygdin hjá Suðuroyinum.

Tað staðfestir Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Hann hevur nú arbeitt á sjúkrahúsinum í heili 40 ár, fyrst sum lærlingur, síðani sum skrivstovumaður og hesi seinastu árini sum stjóri.

Í gjár var móttøka á Seglloftinum á Tvøroyri í sambandi við runda starvsdagin og har var fullsett av fólki, sum varð komið at hátíðarhalda dagin saman við honum.

Tá ið vit siga, at Ronnie hevur stríðst í 40 ár tað tí, at júst hetta var ein reyður tráður ígjøgnum allar tær mongu røðurnar, sum vórðu hildnar, bæði av høgum og lágum.

Bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum, stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, umboð fyri Tvøroyrar Kommunu, læknar og onnur starvsfólk á sjúkrahúsinum, vóru samd um, at í Ronnie Midjord hevur Suðuroyar Sjúkrahús altíð havt ein treytaleysan stríðsmann.

Og sum Knud Steinø, yvirlækni á Sjúkrahúsinum segði: Ronnie hevur ikki verið bangin fyri at taka teir bardagar, ið kravdust fyri at tryggja Sjúkrahúsið.

Eisini ein annar yvirlækni, Hans Petur Nielsen, legði dent á, hvussu væl Ronnie Midjord hevur stríðst fyri sjúkrahúsinum.

- Hann brúkar alla sína orku til at sláa garð um Sjúkrahúsið, segði hann.

Og sjálvur staðfestir Sjúkrahússtjórin, at sjúkrahúsið er treytin fyri tilveruni í oynni, tí hon er sjálv trygdin hjá Suðuroyingum tá ið á stendur, við tað, at tað ikki er landfast við Landssjúkrahúsið.

Ronnie Midjord kom í starv sum lærlingur á Sjúkrahúsinum stutt eftir fólkaskúlan.

Nú hevur hann 40 ára starvsdag og hóast hann enn er í góðum árum, er hann greiður yvir, at 50 ára starvsstað fer hann ikki at halda.

Hann sigur, at starvið hevur kravt so nógv, at hann hevur ikki havt stundir at vera tað fyri familjuna, sum hann hevði viljað.

Tí kundi hann hugsað sær nøkur góða ár afturat, sum pensjónistur, har familjan skal raðfestast fremst.

Á høvuðsmyndini í greinini stendur Ronnie Midjord og bjóðar vælkomin, saman við konuni, Tinu.

Sí annars fleiri aðrar myndir niðriundir.